ENDURLÝSING: Lærarastarv í Sumbiar skúla jan-juni 2024

ENDURLÝSING: Lærarastarv í Sumbiar skúla jan-juni 2024

​ENDURLÝSING: Lærari til Sumbiar skúla


Sumbiar skúli søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv vegna barsilsfarloyvi, frá 3. januar til og við 21. juni 2024.

Talan er um fulltíðarstarv.

Okkum tørvar ein lærara at undirvísa í náttúru & tøkni, støddfrøði, enskum, søgu og ítrótti/svimjing.

Førleikakrøv: Læraraprógv.

Onnur, sum ikki hava lokið læraraprógv, eru tó vælkomin at søkja. Um eingin umsøkjari lýkur førleikakrøvini, kunnu skikkaði ófaklærd fólk verða sett.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir hjá lærarum við útbúgving eru sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 - 29.2.

Starvið er sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.


Tað verður væntað av umsøkjarum, at tey

· eru væl fyri fakliga

· eru røkin, nærløgd og stundislig

· eru fyrikomandi og hava ein positivan hugburð

· eru samvitskufull og álítandi

· duga væl at samstarva

· duga væl við børnum


Umsóknir

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, skeiðum, CV og møguligum viðmælum, skulu vera Sumbiar skúla í hendi í seinasta lagi á miðdegi mánadagin 11/12-2023, og skulu sendast til teldupost adressu: sum@skulin.fo


Meir fæst at vita um starvið og um skúlan við at venda sær til Guðruna í Líðini á tlf 37 06 66.

Aftur