Um næmingur hevur telefon við í skúla, er tað við egnari ábyrgd.
Telefonir skulu setast í telefonkassan á lærarastovuni tá tað ringir inn til fyrsta tíma, og vera standandi har, til tað ringir út frá seinasta tíma á degnum.
Um næmingurin skal nýta telefonina, skal hetta fyrst avtalast við starvsfólk skúlans.
Um reglurnar ikki verða hildnar, verður telefonin tikin og løgd á skrivstovuna, har foreldur/verji skulu heinta hana.
Vinaliga
Maj-Britt Jacobsen
Skúlaleiðari