Sorgarætlan

Sorgarætlan Sumbiar skúli


Almenna regla skúlans í samband við sorg.

Skúlin skal altíð hava ein sorgarbólk. Sorgarbólkurin skal mannast soleiðis: Skúlaleiðarin, eitt lærara umboð og ein úr kommununi, sum leiðslan útnevnir. Skúlaárið 2019 / 2020 hevur leiðslan

útnevnt Amy Thomsen sum umboð læraranna i sorgarbólkinum og Eyðbjørn Thomsen (Fyri kommununa).

Skúlin skal vísa samkenslu og virðing við at:

  • Vinda merkið á stong
  • Møguliga steðga skúlagongd
  • Skipa fyri minningarløtu


Deyðsboð:

  • Við deyðsfráboðan verður staðiliga mælt til, at tey avvarðandi geva boðini
  • Skal skúlin geva deyðsboðini, er av størsta týdningi, at fl. lær. (góður starvsfel.) er til staðar
  • Áðrenn deyðsboð verða givin næmingum, má skúlin / flokslærarin finna eitt friðarligt stað
  • Fáa barnið at sita niðri
  • Spakuliga fyrireika barnið til tey tungu boðini
  • Greitt siga barninum, hvønn tað snýr seg um
  • Fylgja barninum heim.


Hjálp til barnið:

  • Skúlin hevur ábyrgd av, at tiltøk verða sett í verk fyri at hjálpa barninum.
  • Er neyðugt, at toymið er um flokkin, og tískil broyting í tímatalvuni krevst, eigur hetta at lata seg gera.
  • Skúlin/ fl. lær skal útvega tilboð um sálarfrøðisliga hjálp til næm.
  • Skúlin eigur at gera toymið vart við møgulig versnandi bindindi hjá næm.
  • Um høvi býðst, skal fl. lær. geva næm. møguleika at koma í sjálvhjálparbólk.


Barn missir foreldur/systkin/vin


Fyrsta tiltak (1. – 5 dagin)

  • Flokslær.  (og onkur annar) vitjar heimið og kunnar seg um tilburðin.                                   
  • Flokslærarin kunnar starvsfelagar.                                                                                                   
  • Flokslær. mælir floksfeløgum til, at spæla sum vanligt við barnið, eisini nú.
  • Flokslærari (og helst floksfel.) er / eru við til jarðarferðina og ervið.                                       

                                                                                                                                                               

Tiltøk í skúlastovununi :

  • Lesa onkra bók saman í flokkinum, ið veðger evnið “ deyðan “.                                                                 
  • Tekna myndir, har deyðin / sorg er evnið.                                                                                   
  • Finna tónleik, ið lýsir ymiskar kenslur.                                                                                           
  • DVD frá Krabbameinsf.
  • Allur flokkurin vitjar kirkjugarðin – hvør vitjar síni leiði
  • Prestur vitjar – flokkurin fyrireikar spurn. til prest.
  • Fl. hevur eina minnisstund um tann deyða – myndir, yndistónleik, lut, ið fortelur um tann deyða.


Sorgarbeiði frameftir:

  • Vitja kirkjugarðin á føðingar – ella deyðsdegi (møg. hava blómur við).
  • Til ber annars at fara til minningarhaldið 1. nov.
  • Flokslær. ella onnur hava samrøður við næm. eftir tørvi.
  • Seinni í skúlatíðini (um tørvur er) ber væl til at taka evnið “ sorg “uppaftur í flokkinum.


Starvsfelagi doyr


Fyrsta tiltak:

  • Merkið vundið á hálva stong.
  • Leiðslan kunnar seg um tilburin og ber starvsfeløgunum tíðindi.
  • Flokstoymið, saman við leiðsluni, kunnar fl. – møg. eina prátiløtu saman.
  • Skúlagongdin steðgar. Áðrenn næm. verða sendir heim, tryggjar fl. lær. sær, at vitjað verður í heiminum, starvsfelagar bjóða fram sín stuðul.
  • Dagin eftir skipar skúlin fyri minningarhaldi, har prestur luttekur.
  • Eftir minningarhaldið fara næm. í fl. hølini við fl. lær. til tíma / prátiløtu, áðrenn farið verður heim.
  • Næm. hava møguleika at fylgja og leggja blómur á.

Tiltøk í skúlastovuni:

  • Toymið skipar fyri práti – og minnisløtu í skúlastovuni.
  • Flokkurin kann skriva minningarorð um tann deyða. Hesi kunnu verða kunngjørd.
  • Evnisarbeiði um sorg.
  • Seinni kann flokkurin vitja á grøvini.


Tiltøk á lærarastovuni:

  • Skipað verður fyri minniskvøldi, har møguleiki verður at hugleiða um tann deyða við eitt nú myndum.  Hjúnarfelagin hjá tí farna kann luttaka, um orka er til tess.
  • Vitjað verður av og á heima hjá tí eftirsitandi.
  • Skúlin skipar fyri, at minningarorð verða skrivað.


Starvsfelagi missir


Bólkurin mælir leiðsluni til:

  • At leiðslan setir seg inn í støðuna hjá starvs felaganum og syrgir fyri, at hann verður sjúkrameldaður, um starvsfelagin hevur hetta fyri neyðini.
  • At starvsfelagin fær tilboð um sálarfrøðisliga hjálp.
  • At møguleiki er at fara heim teir dagar, tá tað gerst av trupult at undirvísa.
  • At leiðslan / toymið kunnar flokkin um støðuna. 


Bólkurin mælir starvsfeløguunm til:

  • At vitja verður í heiminum hjá tí rakta – ikki bert ta fyrstu tíðina.
  • At geva eina hjálpandi hond, um hetta er neyðugt.
  • At starvsfelagar standa sum eitt “trygdarnet “ viðvíkjandi undirvísing.


Næmimgur doyr


Fyrsta tiltak:

  • Merkið vundið á hálva stong.
  • Flokslærarin kunnar seg um tilburðin.

Í samband við vanlukkur :

A (Fl.lærarin vitjar vanlukkustaðið)

B (Fl.lær greiðir flokkinum frá hendingini, og skúlans leiðsla er eisini til staðar.

  • Tímatalvan verður broytt soleiðis, at fl. lær. / toymið kann vera um flokkin.
  • Flokslær. skipar fyri eini prátuløtu í flokkinum, har ljós verður tendrað á plássinum hjá tí deyða.
  • Áðrenn næm. verða sendir heim, tryggjar fl. lær. sær, at onkur, ið veit um støðuna er heima og tekur ímóti teimum.
  • Skrivliga verður boðað heiminum frá, nær minningarhaldið verður. Foreldur kunnu luttaka um tey hava hug.
  • Dagin eftir deyðsfallið er minningarhald í skúlanum, leiðsla og prestur skipa fyri.
  • Eftir minningarhaldið fara næm. í fl. hølini við fl. lær. sínum til tíma / prátiløtu, áðrenn farið verður heim.
  • Til minningarhaldið skulu floksfelagar hava møg. at syngja ein sang ella bera okkurt fram.
  • Flokkurin og flokslærarin / toymið er við til jarðarferðina og ervið.


Tiltøk í skúlastovuni:

  • Seta mynd av tí deyða á borðið har hann / hon sat. Myndin kann verða standandi á borðinum ella hongd á veggin skúlaárið út.
  • Ta fyrstu tíðina setir fl. lær. tíð av (15 min.) hvønn dag soleiðis, at floksfelagar kunnu bera fram minnir og hugleiðingar.


Hetta kann gerast skrivliga og / ella munnliga.

  • Skriva brøv ella tekna myndir, at senda heim til foreldrini (um foreldrini ynskja hetta).
  • Skriva samkenslubrøv / bók.
  • Skriva minningarorð, ið møguliga verða sett í bløðini.

Sorgarbeiðið frameftir:

  • Ljós verður tendrað á føðingardegnum hjá tí deyða.
  • Flokkurin, saman við flokslærara, vitjar á føðingar – ella deyðsdegi hjá tí deyða. Hetta kann eisini gerast onkran góðveðursdag.
  • Prestur vitjar í flokkinum í samband við evnisdag / viku.
  • Teir lærarar, ið eru um flokkin, mugu vísa tolsemi, fyrilit og umhugsni.



Tillagað til Sumbiar Skúla


Maj-Britt Jacobsen

Fyrstilærari