ENDURLÝSING: Tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar
Endurlýsing: Sumbiar skúli leitar eftir lærara/vikari
Vit leita eftir einum lærara/vikari til at undirvísa í rokning, føroyskum og donskum í innskúlingini. Starvið er eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar,
og tímatalið verður tí ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sept 2024.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
- leggur dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
- er røkið, nærlagt og stundisligt
- er samstarvs- og virkisfúst
- er fyrikomandi
- er sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið krevur
- dugir væl at samstarva
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving.
Tó eru onnur, sum ikki hava útbúgving, vælkomin at søkja. Um eingin umsøkjari er útbúgvin lærari, kann skikkað fólk uttan útbúgving verða sett.
Tann, ið søkir, má kunna átaka sær at vera flokslærari.
Lønar- og setanartreytir
Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Lønarbrotið verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2024. Um tann, ið settur verður, ikki er læraralærdur, verður starvið lønt sum lærari uttan útbúgving.
Barnaváttan verður kravd
Umsóknir
Umsóknir, við CV og avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 1. august 2024 kl. 12.00.
Umsóknir verða sendar skúlanum á teldupost sum@skulin.fo
Meir fæst at vita um størvini við at venda sær til Guðruna Viderø í Líðini á tlf 278572 ella á omanfyri nevndu teldupostadressu.