Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan fyri Sumbiar  skúla






Endamálið er, at vit hava tað gott og kenna okkum væl við
teimum, vit eru saman við. At vit trívast í skúlans umhvørvi.
Øll skulu virðast sum einstøk menniskju, soleiðis sum vit eru,
men samstundis skulu øll viðurkenna tann
felagsskapin, vit eru ein partur av. Øll skulu hava somu
møguleikar at læra og mennast.





Trivnaðarætlanin fyri Sumbiar skúla skal verða ein leiðbeinandi arbeiðsætlan, ið altíð skal kunna tillagast. Høvuðsendamálið við trivnaðarætlanini er, at vit hava eina ætlan um, hvussu vit arbeiða

við trivnaði, hvussu vit fyribyrgja happing og hvat møguliga kann gerast, tá happing fyrigongur. Vit vilja arbeiða fyri trivnanum hjá næmingunum og soleiðis eisini fyribyrgja og basa happing. Men

hvat ér happing, og hvussu skal fyribrigdið happing skiljast? Í Sumbiar skúla taka vit støði í allýsingini hjá Helle Rabøl Hansen: Mobning er en gruppes forfølgelse eller udelukkelse af en enkelt

person på et sted, hvor denne person er tvunget til at være (Hansen, Grundbog mod mobning, Gyldendal, 2005).

Happing skal steðgast skjótast gjørligt. Tað er galdandi fyri alla happing, bæði ta beinleiðis persónligu happingina, áhaldandi útihýsan av ávísum persónum, bólkatrýsti, happing á miðlum og

neiligum gerðum mótvegis øðrum. Arbeiðast skal ímóti bæði likamligari, sálarligari og sosialari happing.

Í 2020 fer Sumbiar skúli at skipa fyri eini trivnaðarkanning, har allir næmingarnir í Sumbiar skúla luttaka. Endamálið er m.a. at fáa eina støðumynd av trivnaðinum í Sumbiar skúla. Spurt verður inn

til trivnað, happing, sosialar relatiónir, sosialar kontekstir o.s.fr. Í kanningini verður m.a. eisini spurt inn til heimaarbeiði, arbeiðslag, røkjuskap og hvussu næmingurin er fyri í teimum ymsu

lærugreinunum.


Trivnaðurin í Sumbiar skúla skal byggja á nøkur hugtøk úr Virðisgrundarlagnum fyri skúlan. Hugtøkini trivnaðurin skal grundast á, eru: Virðing, ábyrgd, álit og opinleiki.

  • Virðing:
    At ymiskleikin hjá tí einstaka skal virðast, eins og felagsskapurin skal virðast gjøgnum felags reglur, mannagongdir og viðtøkur. Dentur verður lagdur á eitt opið, álitisfult og virðiligt samstarv.

  • Ábyrgd:
    At hvør einstakur persónur við tilknýti til Sumbiar skúla skal taka ábyrgd fyri, at skúlin ber framá til gagns fyri menning og breiðan vøkstur fyri okkum øll.

  • Álit:
    At vit gjøgnum opið og virðiligt samskifti vísa hvør øðrum sínámillum álit.

  • Opinleiki:
    At tankar, kenslur og meiningar verða greitt, týðiliga og skilliga orðaðar, soleiðis at vit hava eina felags fatan av hvørjar forðingar, møguleikar og avbjóðingar vit standa yvirfyri.

  • Samstarv:
    At vit øll hava eitt gott samskifti og samstarv bæði innanhýsis og við heimini. Samstarv er ein gjøgnumgangandi táttur í øllum lívsins virki, sum ein er partur av, báði í fakligum, sosialum eins og altjóða høpi.

  • Ja-ligt umhvørvi:
    At børn og vaksin eru ja-lig, so øll kenna seg tryg í skúlanum. Børn hava tørv á at fáa rós og duga sjálvi at rósa. Tí muga tey læra seg at handfara rós og rís og venja síni evni til innlivinga (empati).



Fyri at menna trivnaðin hjá næmingunum og fyribyrgja happing vil skúlin arbeiða fyri:


  • At skapa fastar rammur sum økja um næminganna medábyrgd, tryggleika og trivnað gjøgnum regluligt samskifti, viðtalur og ymisk onnur átøk. Eitt ítøkiligt átak er at skipa fyri einum árligum evnisdegi, har fokus er fyribrigdi í samband við trivnað. Til dømis kann ein árligur dagur verða nýttur til at arbeiða við hugtøkum so sum vinalag, virðing, álit etc.

  • At skúlaleiðarin javnan og áhaldandi tosar við flokslærararnar og lærararnar um trivnaðin í einstøku flokkunum.

  • Skúlaleiðarin skal gera alt fyri, at lærararnir menna teirra førleikar í mun til at økja um sosiala trivnaðin, umframt fyribyrgja og mótarbeiða happing ímillum næmingarnar.

  • At flokslærarin javnan og eftir tørvi arbeiðir fyri trivnaðinum í flokkinum.

  • At trivnaðurin í einstøku flokkunum verður viðgjørdur til árligu foreldrafundirnar, har flokslærarin samskiftir við foreldrini um, hvussu hann arbeiðir við trivnaði í sínum flokki.

  • At trivnaðurin hjá hvørjum einstøkum næmingi verður viðgjørdur til tær báðar fastløgdu næminga-foreldraviðtalurnar, ið eru hvørt skúlaár.

  • At næmingasamrøður verða skipaðar árliga og eftir tørvi, har trivnaður er á dagsskrá.

  • At tað regluliga verður skipað fyri fundum í Førleikastovuni, har tað verður samstarvað um trivnaðin hjá næmingum skúlans.

  • At AKT-lærarin í samráð við skúlaleiðaran, flokslærararnar og lærararnar arbeiðir við atferðini, kontaktini og trivnaðinum hjá næmingum skúlans.

  • At vit samstarva við møguligar aðrar fakpersónar og myndugleikar, tá tað er tilráðiligt
    t.d. Sernám, barnavernd, heilsusystir etc.

  • At lærararnir sýna fyrimyndarligan atburð, og nýta virðiligan málburð.

  • At vit regluliga observera og spyrja inn til trivnaðin hjá næmingunum, at vit hjálpa til við at taka hond um og loysa konfliktir, og at vit grípa inn beinanvegin, tá okkurt keðiligt er í umbúna.

  • At vit taka okkara garðvaktarskipan í størsta álvara, soleiðis at vit so vítt møguligt síggja, hvat hendir millum næmingarnar í fríkorterinum.


  • At vit lærarar gjøgnum regluligt samskifti við hvønn annan, gjøgnum lesnað og førleikamennandi skeið økja um okkara tilvitan, uppmerksemi og vitan um trivna og happing.

  • At næmingarnir verða gjørdir varugir við, at teir altíð kunnu venda sær til lærararnar, um eitthvørt er á vási.

  • At fáa næmingar, næmingabólkar og flokkar at siga frá og ikki góðtaka, at næmingar verða happaðir ella útihýstir frá felagsskapinum.

  • At spæliliðið hvørja viku skipar fyri spølum, har allir næmingar skúlans eru við. Her skulu 7. floksnæmingarnir fyrimyndarliga vísa yngru næmingunum á skúlanum, hvussu mann spælir saman, har øll eru við í sannari spæligleði.

  • At næmingarnir í 4. flokki, í samband við SSP tiltak, hvørt skúlaár arbeiða við, hvussu mann samskiftir virðiliga á netinum, soleiðis at øll kunnu kenna seg tryggari á netinum

  • At skipað verður fyri garð-, hugna og trivnaðardegi, har allir næmingarnir og foreldur teirra koma til felags aktivitetsdag í skúlagarðinum.

  • At lætta um yvirgongdina hjá børnunum frá at ganga í dagrøkt til at ganga í skúla. Hetta gera vit við at samstarva við dagrøktina um skúlabólkin, soleiðis at børnini læra skúlans umstøður at kenna, at tey regluliga vitja skúlan og m.a. fáa undirvísing frá lærara í skúlanum. Soleiðis hava børnini og teirra komandi skúlaleiðari og flokslærari í ávísan mun lært hvønn annan at kenna, áðrenn børnini koma í skúla.

  • Fyri m.a. at lætta um trivnaðin hjá næmingunum, tá teir flyta frá Sumbiar skúla til Vágs skúla, er skjøtul settur á samstarv millum skúlarnar báðar, soleiðis at næmingarnir læra sín komandi skúla og sínar komandi floksfelagar at kenna.


Skúlastýrið: Leiklutur og uppgávur í samband við trivnaðarætlan


  • At trivnaðarætlanin verður løgd fram og viðgjørd í skúlastýrinum, soleiðis at bæði foreldraumboð, kommunuumboð og skúlaumboðini í felag fáa høvi at viðgera trivnaðarætlanina.

  • At skúlastýrið fær høvi at fyrihalda seg konstruktivt til trivnaðarætlanina og inspirera til møguligar jaligar tillagingar av ætlanini.

  • At viðvirka til, at trivnaðarætlanin verður endurnýggja 5. hvørt ár.

  • At arbeiða fyri, at foreldrini taka medábyrgd í samband við trivnaðin hjá næmingunum.

  • At arbeiða fyri, at kommunan ger sítt til, at umstøðurnar verða so góðar sum gjørligt, soleiðis at trivnaðurin í mest møguligan mun verður stimbraður.

  • At verða bindilið millum foreldrini, kommununa og skúlan

  • At virka fyri, at felagsforeldrafundirnir, ið skúlastýrið skipar fyri, eisini viðgera evni í samband við trivna og happing.


Trivnaðarætlan er tillagað av Maj-Britt Jacobsen fyrstalærara í Sumbiar skúla.  

11.des 2019