Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Sumbiar skúla at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.
Sumbiar skúli viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi skúlans, undir hesum serliga samskiftisupplýsingar, uppmøting, støðumet og ársmet.
Viðgerðin av persónupplýsingum fevnir í høvuðsheitum um skráseting og goyming. Í flestu førum viðger skúlin samskiftisupplýsingar so sum navn og teldupost. Í serstøkum føri viðger skúlin viðkvæmar upplýsingar.
Sumbiar skúli savnar inn upplýsingar, tá ið:
Sumbiar skúli viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær myndugleikauppgávur, sum fólkaskúlalógin og onnur viðkomandi lóggáva áleggur stovninum.
Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri allar almennar skúlar, og Sumbiar skúli skal eisini fylgja hesum reglum. Sumbiar skúli skrásetir allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.
Heimildin til at viðgerða persónsupplýsingar er í høvuðsheitum:
Sumbiar skúli gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum skúlin hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini at senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Í útgangsstøðinum flytur Sumbiar skúli ikki persónsupplýsingar til útlond ella triðjalond.
Mál hjá Sumbiar skúli verða flutt á goymslu til Tjóðskjalasavnið sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur skúlin ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Tó er ásett í lógarverkinum, at ávísir upplýsingar skulu goymast longur, eitt nú skulu prógv og skjalváttanir hjá næmingum umframt próvtøl og støðu- og ársmet goymast í 30 ár.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi rættindi eru í kap. 4 í dátuverndarlógini.
Rættindini hjá skrásetta í dátuverndarlógini eru hesi:
Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt gera ein ella fleiri av rættinum galdandi, skalt tú venda tær til Sumbiar skúli á sum@skulin.fo ella á telefon 37 06 66, gerandisdagar millum kl. 8-16. Skrivstovan er bert opin eftir avtalu.
Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.
Metir tú, at Stovnurin ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.
Sumbiar skúli er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á skúlanum.
Sumbiar skúli Ovarivegur 9
970 Sumba
Teldupostur: sum@skulin.fo
Telefon: 37 06 66 millum kl. 8-16
Skrivstovan er bert opin eftir avtalu.
Katrin Jacobsen er dátuverndarfólk á Sumbiar skúla.
Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum hjá Sumbiar skúla, kanst tú venda tær til Katrin á teldupostadressu katrinj@bumr.fo. Heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til Barna- og útbúgvingarmálaráðið, J.H.Schrøtersgøta 7, Postrúm 3279, FO-110 Tórshavn, att. dátuverndarfólk.