Sambært løgtingslóg nr. 125 frá 20. mai 1997 um fólkaskúlalóg við seinni broytingum § 53 eru hesar meginreglur galdandi fyri Sumbiar skúla.
Uppgáva skúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka
næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Skúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til
sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.
Skúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska
mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum
samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
Gerandisdagurin í skúlanum skal vera skipaður so, at næmingarnir fáa lært seg góðar arbeiðsvanar, samstundis sum teir ogna sær kunnleika, fimi og málbering.
Stundir skulu vera til arbeiðis, og stundir skulu vera til spæl.
Til hvønn skúlatíma (45 min.) hoyrir fríkorter (10 min.), men skúlin kann leggja tímar saman.
Klokkutíðirnar eru hesar:
1. tími | 08.15 – 09:00 |
2. tími | 09.00 – 09.45 |
fríkorter | 09.45 – 10:00 |
3. tími | 10:00 – 10.45 |
4. tími | 10.45 – 11.30 |
matarsteðgur/fríkorter | 11.30 – 11.45 |
5. tími | 11.45 – 12.30 |
6. tími | 12.30 – 13.15 |
fríkorter | |
7. tími | 13.25 – 14.10 |
Undirvísingartímatal næminganna um vikuna í hvørjum flokki er sambært §19 í fólkaskúlalógini.
Fyri at geva lærarunum bestu umstøður at fyrireika undirvísingina fyri árið, eigur tímatalvan at verða løgd, góðkend og kunngjørd lærarunum fyri summarfrítíðina. Hetta er tó treytað av, at tímakvota
skúlans fyri árið er tøk frá myndugleikanna síðu í góðari tíð frammanundan.
Nr. | Lærugrein | 1.fl. | 2. fl. | 3. fl | 4. fl. | 5. fl. | 6. fl. | 7. fl. |
1 | Kristnikunnleiki | 1 | 2 | 2 | 2 | 2 | 2 | 1 |
2 | Føroyskt | 11 | 11 | 9 | 6 | 6 | 6 | 5 |
3 | Danskt | 3 | 4 | 4 | 4 | 4 | ||
4 | Enkst | 2 | 3 | 4 | 4 | |||
5 | Støddfrøði | 7 | 7 | 6 | 5 | 5 | 5 | 5 |
6 | Alis/evnafrøði | 2 | ||||||
7 | Heimstaðarlæra | 2 | 2 | 2 | ||||
8 | Søga | 1 | 2 | 1 | 2 | |||
9 | Náttúra/tøkni | 3 | 3 | 3 | ||||
10 | Landalæra | 1 | ||||||
11 | Lívfrøði | 2 | ||||||
12 | Ítróttur | 1 | 2 | 2 | 2 | 2 | 2 | 2 |
13 | Handverk og list | 2 2 2 4 4 4 4 | ||||||
Tilsamans | 24 | 26 | 26 | 29 | 31 | 31 | 31 |
Flokkatal skúlans skal altíð vera so, at næmingarnir kunnu fáa best møguligu undirvísing burtur úr tímajáttanini, sum skúlin fær.
Fyri ta serundirvísing, sum verður játtað skúlanum vegna serligan tørv hjá einstøkum næmingum, skal flokslærarin í hvørjum einstøkum føri gera eina lýsing/tilráðing av næminginum. Henda
lýsing/tilráðing saman við mettum tímatørvi verður gjørd í tøttum samstarvi við lærarar næmingsins og serlæraran. Skúlaleiðarin sendir frágreiðingarnar til Sernámsdepilin.
Tá tímakvotan fyriliggur, ger skúlaleiðarin, eftir at hava ráðført seg við Námfrøðiliga Ráðið, av, hvussu tímarnir í miðfyrraðu serundirvísingini skulu nýtast.
Skúlin nýtir vanliga tímarnar til:
Innihaldið í miðfyrraðu serundirvísingini fer fram í samstarvi við serlæraran.
Undirvísingin í øllum flokkum í øllum lærugreinum hevur sítt støði í teirri ítøkiligu undirvísingarætlanini fyri skúlan, sum javnan skal vera dagførd.
Skúlaleiðarin setir saman toymir, ið skulu ráðleggja, bæði viðvíkjandi tí einstaka næminginum og flokkinum yvirhøvur.
Fyri at samskipa undirvísingina í flokkinum, so hon altíð er á nóg góðum støði er neyðugt við dyggari ráðlegging. Ráðleggingin skal eisini tryggja, at hvør einstakur næmingur fær tær avbjóðingar í
skúlanum, ið eru hóskandi til hansara.
Lærarin velur teir arbeiðshættir, ið hann heldur best møguliga uppfylla endamál fólkaskúlans
Lærarar skúlans eiga í hóskiligan mun at taka telduna upp í undirvísingina í teimum lærugreinum, har hetta letur seg gera.
Innskrivingin í skúlan fer fram í januar mánaði. Á tí fundinum verður greitt frá, hvussu skúlagongdin er løgd til rættis.
Eisini verður greitt frá, hvussu foreldur kunnu búgva børnini til at koma í skúla.
Eftir umsókn frá Námsfrøðiliga Ráðnum og tilmæli frá Skúlastýrinum kann skúlin seta sær fyri at royna okkurt menningararbeiði, treytað av at Mentamálaráðið góðkennir ætlanina.
Miðað verður eftir, at hvør flokkur hevur sína heimastovu.
Morgunsangur og –andakt skulu vera hvønn dag.
Fyri at skapa karmar fyri trivnaði og góðum læriumstøðum, eru atferðarreglur gjørdar fyri Skúlan. Víst verður til hesar.
Næmingarnir lata seg úr um beinini, tá teir koma inn í skúlan. Næmingarnir kunnu hava inniskógvar við.
Um skúlin allur ella tað í tí einstaka flokkinum verður skipa fyri onkrum tiltaki, har vanliga undirvísingin verður løgd niður ella broytt í ein dag ella meir, eiga foreldrini at fáa boð um hetta í seinasta lagi 3 dagar frammanundan.
Tá grind er, kunnu børnini fáa frí, um so er, at foreldur/verji koma í skúlan eftir teimum.
Væl eigur at vera farið um bøkurnar, sum skúlin flýggjar út, og pappír eigur at vera lagt um tær. Foreldrini hava endurgjaldsskyldu fyri allar bøkur, ið næmingarnir missa burtur.
Næmingafráverur verða førdar í dagbók/protokoll floksins.
Um næmingur skal hava frí, eigur altíð at vera biðið um loyvi frammanundan:
Lestrartíðin verður avtalað millum skúlaleiðaran og viðkomandi prest.
Maj-Britt Jacobsen
Fyrstilærari
may. 2025