Atferðarreglur

Atferðarreglur í Sumbiar skúla


Sumbiar skúli skal vera eitt gott arbeiðspláss hjá næmingum, lærarum og starvsfólkum. Fyri at røkka hesum máli eiga næmingar, lærarar og starvsfólk skúlans at virka fyri, at øll kenna seg trygg,

trívast, mennast og hava virðing fyri hvørjum øðrum.


Atferðarreglur:

  • Vit skulu øll møta rættstundis, hava etið morgunmat og vera væl fyrireikað til skúla.
  • Í tímunum skal vera arbeiðsfriður og gott arbeiðslag.
  • Vit skulu øll tosa virðiliga og sýna virðiligan atburð móti hvørjum øðrum.
  • Øll skulu vísa fyrilit og taka atlit til hvønn annan.
  • Vit skulu fara væl um skúlan, innbúgv, bøkur og tilfar.
  • Í skúlatíðini eru vit á skúlaøkinum.
  • Kavabløk skulu bert kastast á vøllinum.
  • Um næmingur hevur fartelefon við í skúla, skal telefonin lætast flokslæraranum.
  • Súkklur skulu ikki standa frammafyri úthurðar ella neyðdyr.
  • Frávera skal fráboðast til flokslæraran ella skúlaleiðaran.


Skrivið er tillagað av Maj-Britt Jacobsen fyrstalærara hin 11.12.2019