Sumbiar skúli tekur við gleði ímóti nýggjum næmingum, og skúlin leggur dent á, at byrjanin verður so góð sum gjørligt.
Um nýggir næmingar skulu byrja í skúlanum, so er mannagongdin henda:
Ring 224501 og skriva næmingin inn.
Upplýs navn á næmingi, føðidato og navn á skúlanum, flutt verður úr.
Upplýs navn á foreldrum og eitt telefonnummar.
Flokslærarin setir seg í samband við foreldrini, har tit fáa meira kunning.
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja 224501.
Maj-Britt Jacobsen
Sumbiar skúli