Í okkara skúla skulu øll hava møguleika at læra. Í okkara skúla er undirvísingin viðkomandi, avbjóðandi, stuttlig og lærurík.
Lyklaorðini eru: Virðing, Ábyrgd, Álit, Opinleiki, Samstarv og eitt Ja-ligt umhvørvi.
Virðing: At ymiskleikin hjá tí einstaka skal virðast, eins og felagsskapurin skal virðast gjøgnum felags reglur, mannagongdir og viðtøkur. Dentur verður lagdur á eitt opið, álitisfult og virðiligt samstarv millum allar partar.
Ábyrgd: At hvør einstakur persónur við tilknýti til Sumbiar skúla skal taka ábyrgd fyri, at skúlin ber framá til gagns fyri menning, læring og breiðum vøkstri fyri okkum øll.
Álit: At vit gjøgnum opið og virðiligt samskifti vísa hvør øðrum sínámillum álit.
Opinleiki: At tankar, kenslur og meiningar eru týðiligar og væl orðaðar soleiðis, at vit hava eina felags fatan av hvørjar forðingar, møguleikar og avbjóðingar vit standa yvirfyri.
Samstarv: At vit øll hava eitt gott samskifti og samstarv bæði innanhýsis og við heimini. Samstarv er ein gjøgnumgangandi táttur í øllum lívsins virki, sum ein er partur av, báði í fakligum, sosialum eins og altjóða høpi.
Ja-ligt umhvørvi: At børn og vaksin eru ja-lig, so øll kenna seg tryg í skúlanum. Børn hava tørv á at fáa rós og duga sjálvi at rósa. Tí muga tey læra seg at handfara rós og rís og venja síni evni til innlivinga (empati).