Hesi størv eru leys at søkja í Sumbiar skúla, skúlaárið 2025/26
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
Førleikakrøv til lærarastarvið
Tann, ið sett verður, skal hava læraraútbúgving; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv. Tann, ið sett verður í lærarastarvið, má kunna átaka sær at undirvísa í ítrótti, føroyskum, støddfrøði, søgu, enskum, kristni og heimstaðarlæru. Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at vera flokslærari.
Lønar- og setanartreytir hjá læraranum
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum verður sett, eru tænastumannasett frammanundan. Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Lønarbrotið til tíðaravmarkaða lærarastarvið vegna avlopstímar, verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2024.
Førleikakrøv til námsfrøðistarvið
Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar, og/ella royndir innan skúlaøkið. Umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, kunnu søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava prógv.
Lønar- og setanartreytir hjá námsfrøðinginum
Starvið sum námsfrøðingur er sáttmálasett, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Barnaváttan verður kravd.
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. mei 2025 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar skúlanum á teldupost sum@skulin.fo
Meir fæst at vita um størvini við at venda sær til Ceciliu Nolsøe Sørensen á tlf 591985 ella á omanfyri nevndu teldupostadressu.
Í Sumbiar skúla ganga 34 næmingar skúlaárið 24/25 frá 1. til 7. flokk. Á skúlanum starvast, umframt skúlastjóran, tríggir lærarar, ein námsfrøðingur, húsavørðurin og vaskifólkið.
may. 2025