Happing

Hvussu fyribyrgja vit happing


Sumbiar skúli

Øll kunnu verða happaði, men børn við lítlari sjálvsvirðing eru serliga útsett. Ikki er tað altíð, at barnið

  • er “øðrvísi” tá tað verður happað, men tað kann vera útpeikað sum verandi
  • øðrvísi.


Ymisk familjuviðurskifti:

Ymisk familjuviðurskifti kunnu eisini elva til happing, t.d. status, um foreldrini hava eitt annað arbeiði enn

tey flestu; ella børn, sum skulu viðfarast øðrvísi enn onnur, vegna ymiskar áskoðanir heimanífrá (minnilutar)


Nøkur børn søkja happing:

Nøkur børn søkja happing, tí teimum vantar ans, betri neiligan ans enn ongan.Tey kunnu eisini søkja happing

vegna skuldarkenslur, sum tey hava fingið av at hava fingið ov nógvar atfinningar.


Børn, ið víkja frá:

Børn, ið víkja frá fjøldini antin jaligt ~ella neiligt: duga væl ella illa í skúlanum, eru smart ella ósmart ílatin, eru tjúkk ella kløn, hava aðra hárfarvu enn tey flestu, hava brillur, boyla ella eita okkurt

óvanligt navn, o.s.fr.


Hvør happar:

  • Børn við lítlari sjálvsvirðing
  • Børn, ið mangla sjálvsálit
  • Øvundjúk børn
  • Strangt uppalin børn
  • Børn, ið vanta kærleika
  • Børn, ið ikki duga at seta seg inn í støðuna hjá øðrum
  • Børn, ið sjálvi verða happaði
  • Børn, ið eru bangin fyri tí, sum tey útseta onnur fyri. Eitt dømi: eru børn bangin fyri at verða sett uttan fyri bólkin, kunnu tey ístaðin finna uppá at seta onnur uttanfyri.


Hvør happar:

Tað er ringt at siga, hvør tað er, sum happar, men omanfyri nevndu hav lindi til at happa.

Happing kann koma fyri:

  • Við orðum
  • Uttan orð
  • Sosialt
  • Materielt
  • Sálarligt
  • Likamligt


Við orðum

Við orðum ber til at eyknevna, háða, spotta og at nýta ljót orð um teg og tíni.

Uttan orð

Tað ber til at happa uttan orð. Hetta kann gerast við at harka, skapa sær, herma, suffa, geispa, tutla, frysta úti ella á annan hátt.

Sosialt

At halda ein uttanfyri er eisini ein háttur at happa.


Materielt

Um ting og klæði verða oyðiløgd ella tikin frá einum, tá kann sigast at tað er happing.


Sálarligt

Sálarligur ágangur kann vera hóttanir og tvang av einumhvørjum slag.


Likamligt

At verða sligin, sparkaður, royttur, skumpaður, spýttur á ella annað.


Tekin at verða varug við!

Um børnini ofta eru einsamøll og útifryst frá bólkaarbeiði, kanska vald síðst í ítrótti o.a.

  • Eyknevnd børn
  • Ting hjá barninum verða tikin ella brotin
  • Børn, ið koma fyrst inn og fara síðst út í fríkorter
  • Næmingurin er ikki saman við hinum í fríkorterinum
  • Næmingurin er ofta burtur frá skúla og kanska skulkar
  • Bardagi, ið heldur uppat, tá ið vaksin nærkast
  • Bardagar og ósemjur verða undirmettar, børnini siga “vit bara spæla”
  • Barnið er í ringum lag, er ágangandi, hevur lætt við at gráta, broytist í atburði, broytist fakliga til tað verra ella er innisluttað.


Hvør hevur ábyrgdina av, at happing verður støðgað?

  • Øll – hetta er ein felags ábyrgd millum heim og skúla
  • Tann, ið sær happingina eigur at steðga henni
  • Flokslærarin
  • Næmingarnir: fráboðanarskyldu
  • Lærarnir: fráboðanarskyldu
  • Skúlin hevur fráboðanarskyldu


Hvør hevur ábyrgd?

Tað er ikki ov nógv sagt, at øll, ið varða av skúlanum og barninum, eiga at taka neyðug stig, um tey verða varðug við, at eitt barn ikki hevur tað gott.


Hvat ger skúlin í happingarspurningum

Persónligt støði

1 Vit tosa við tann, ið verður happaður og tann ið happar (vit velja ikki síðu)

2 Vit gera avtalur við tann, ið verður happaður og tann ið happar

3 Vit tosa við heimini hjá tí, ið verður happaður og tí ið happar

4 Vit gera avtalur við heimini hjá tí, ið verður happaður og hjá tí ið happar

5 Læraratoymið verður kunnað um trupulleikan og skal halda eyguni við báðum pørtum í tímum og fríkorterum.

Søkja eisini hjálp frá Førleikastovuni. Her skal AKT lærari og skúla-sjúkrasysturin kunnast og koma við góðum ráðum.Tey vera tikin uppá ráð, um stuðul skal søkjast til næmingin

6 Leiðarin verður kunnaður og drigin upp í málið. Hann tekur støðu til, hvat víðari skal fara fram, til dømis:

a Skal stuðul søkjast til næmingin

b Skal næmingurin ferðast til/úr skúla undir eftirliti

c Sakkøn hjálp verður søkt, t.d. sálarfrøðingur

d Barnaverndin verður tikin við upp í leikin

e o.s.fr.


Hvat ger skúlin í happingarspurningum

Floksstøði

1 Flokslærarin tosar við flokkin um happing generelt og serstøður, tá ið happing kemur fyri.

2 Flokslærarin ger reglur og avtalur saman við flokkinum um atburð, happing, o.a. Hetta verður gjørt á

hvørjum ári og annars tá ið tørvur er á tí. Allir lærara floksins skulu kunnast um hesar reglur!

3 Flokslærari ger avtalur við flokkin um t.d.

a. vinabond millum næmingar í flokkinum,

b. temadag um trivnað/happing, møguliga saman við foreldrum

c. innihald í floksins løtum(mánadag og fríggjadag)

d. hugnadagar saman við foreldrum ella einsamøll

4. Lærararnir í flokkinum ansa eftir, hvussu bólkar verða skipaðir

5. Uppfylging av reglum og avtalum er sera umráðandi alla tíðina!!!


Stig at taka, um ein gerst varugur við happing~

Foreldur
  • Styrkja sjálvsvirðingina hjá barninum!!!
  • Góðtaka barnið sum tað er
  • Læra barnið at tað skal ikki lata alt um seg ganga
  • Tosa við barnið og taka tað fyri fult
  • Boða skúlanum frá (flokslæraranum, leiðaranum ella øðrum lærara)
  • Tosa við happaran og heimið hjá happaranum
  • Vera opin um trupulleikan
  • Vera við til at styrkja samanhaldið í flokkinum hjá barninum
  • Hava gott samstarv við skúlan


Tann happaði
  • Skal ikki geva sær sjálvum skyldina fyri, at hann verður happaður
  • Skal læra seg at siga nei, ella gevst!
  • Siga vinum, foreldrum, lærarum, heilsusystir ella øðrum frá trupulleikanum
  • Skal royna at finna sær rættar vinir, ikki “keypa” vinir
  • Royna at síggja sjálvsikkur út
  • Royna at ignorera happarin, fyri ikki at gerast eitt “lætt offur”
  • Umgangast at fara har, ið happing lættliga kann vera framd


Hvussu loysa vit trupulleikarnar við happing?

Hugskot:

Undirvísingartilgongdir, t.d. Lions Quest, Trin for Trin og Den Gode Cirkel.

  • Temadag um happing
  • Evnisviku um viðkomandi evni
  • Floksins tími
  • Spøl t.d. leiklutir (jaligir eginleikar hjá persóninum, ...)
  • Kapping: hvør hevur verið mest fyrimyndarligur og hjálpsamur í 14 dagar?
  • Hugskotskassa til næmingarnar at koyra ymisk hugskot í
  • Vin í flokkinum
  • Kontaktlærari
  • “Happipatrulju”
  • Gera slagorð: t.d. “Út við happing”
  • Hava greiðar reglur fyri fríkorterini – uppstramma reglurnar um neyðugt
  • Greiðar reglur fyri flokkarnar bæði, hvussu vit bera okkum at í tímunum og fríkorterinum. 
  • Hvussu tosa vit við hvønn annan, taka upp eftir okkum, virðing fyri øðrum og tingum teirra 
  • Gera avtalu um ikki at happa.


Hvat ger skúlin í happingarspurningum

Skúlastøði

1 Trivnaður og serliga “sjálvsvirðing” skal koyrast í lesiætlanina sum eitt sjálvstøðugt øki.

2 Um neyðugt betra garðvaktsskipanina

3 Lærararnir skulu gerast tilvitandi um, at teir eru fyrimyndir og sýna jaligan hugburð, samstarvsvilja o.a.

4 Afturvendandi kunnandi fundir, har luttakarar uttanífrá skipa fyri

5 Faldarin um happing skal latast nýggjum næmingum

6 Happing/trivnaður skal gerast fastur táttur á øllum fundum og viðtalum

7 Hava vinaflokkar í skúlanum

8 Halda høli hugnalig og fara væl um

9 Skapa umstøður til leik og spæl, serliga uttandura

10 Lærara skúlans taka næmingarnar í álvara!!!


Broytt 03.05.2016


Lærarnir í Sumbiar skúla.


    Tak niður faldara um happing